Latið vera við at skráseta p-talið

Latið vera við at skráseta p-talið
Tóri Højgaard, stjóri í Dátueftirlitinum, mælir fólki frá at skráseta p-talið á heimasíðuni, sum hevur til endamáls at savna undirskriftir móti grindadrápi
- Fólk eiga at hugsa seg sera væl um, áðrenn tey skráseta p-talið á einari heimasíðu, sum mann ikki veit, hvør eigur
 
14.07.2025 - 14:14

Ein ónevnd innsavnan av undirskriftum ímóti grindadrápi gongur í løtuni fyri seg á heimasíðuni svartalambi.fo.

Teksturin er føroyskur, ella okkurt sum liggur tætt upp at tí, men um tú fert at ivast í tí, tá tú lesur tekstin, so er í grundini einki at siga til tað. Tí teksturin er so óhjálpin í støðum, at tú fært illgruna um at teksturin antin er gjørdur - ella genereraður, sum tað verður kallað á teldumáli - við AI, ella um hann er skrivaður á onkrum fremmandum máli og síðan umsettur við Google Translate.

Men teksturin er ikki tað, sum er mest áhugavert í hesum høpi. Heldur ikki, um hann er skrivaður sum um at tað er ein ungur føroyingur, ella fleiri, sum skriva tekstin, og  sum siga seg sjálvar ætla at stíga fram og vera svarta lambið í sínari familju og mótmæla grindadrápi.

Ei heldur er tað áhugavert, at føroyingar mótmæla grindadrápi, tí fólk hava rætt til at mótmæla tí, sum tey eru ímóti.

Men tað er áhugavert, at tað er dulnevnt, tí hóast heimasíðan er føroysk, so ber ikki til inni á okisnavn.fo at finna fram til, hvør tað er, sum stendur aftanfyri heimasíðuna svartalambi.fo. 

Í nógvum førum ber til at síggja, hvør tað er, sum keypir heimasíðuna, tí har skal bæði navn, telefonnummar og teldupostadressa skrásetast, men er tað ein fyritøka, sum selur heimasíðunøvn, so verður endabrúkarin ikki avdúkaður. Keyparin er tá ein teldufyritøka av einum ella øðrum slagi, og tí er tað hennara navn, teldupostur og telefonnummar, sum eru upplýst, og spyrt tú tey um nærri upplýsingar, so fært tú einki svar. 

Í hesum førinum er tað Dynadot.com, ið er ein amerikonsk fyritøka, sum heldur til í San Mateo í amerikanska býnum San Fransisco, sum stendur sum keypari, og hon vísir bara til høvuðsnummarið hjá felagnum og til teldupostadressuna hjá felagnum sjálvum.

Men tað er eitt annað áhugavert í hesum og tað er, at tey, sum standa aftanfyri heimasíðuna, hvørji tey enn so eru, biðja fólk skráseta seg á síðuni, og har biðja tey um navn og um p-tal sum kravd felt. Og hóast tað í førum kann vera lógligt, so er tað ógvuliga ósannlíkt at tað er lógligt í einum føri sum hesum, sigur Tóri Højgaard, stjóri í Dátureftirlitinum.

Hann vísir á, at tað skal vera ein orsøk til, at mann skal uppgeva p-talið, tá mann skrásetur seg, mann skal fáa at vita, hvussu persónsupplýsingarnar vera goymdar og hvar, og eisini hvussu leingi, men einki av hesum er tøkt á hesi heimasíðuni.

Tí mælir hann øllum frá at skráseta seg á hesari heimasíðuni. 

Trýst á leinkið niðanfyri og hoyr alla samrøðuna við Tóra Højgaard, stjóra í Dátueftirlitinum, sum varð send á middegi. Í innslagnum kemur hann eisini inn á, hvat Dátueftirlitið kann - og kanska ikki kann - gera við eitt slíkt mál.

1753638

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Sunnudag 21. desember
Bolero
201810
Sunnudag 21. desember
Akademia:"Mest njóting og minst líðing".
201751
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775