Fáa ikki at vita, hvat fyrisitingin segði

Fáa ikki at vita, hvat fyrisitingin segði
Landsstýriskvinnan í almannamálum sigur, at einki verður upplýst um innanhýsis skjøl í sambandi við valið av stýrislimum í Bústøðum
Nýggja stýrið í Bústøðum. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, sigur, at Hon sigur, at hon ætlar ikki at upplýsa um innanhýsis skjøl hjá fyrisitingini, sum heldur ikki alment innlit er latið í
 
25.05.2021 - 08:37

Løgtingsfólk fáa ikki at vita, hvat fyrisitingin í Almannamálaráðnum segði um stýrislimirnar í Bústøðum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, hevur svarað Høgna Hoydal og Beintu Løwe, tingfólkum, at landsstýrisfólkið tilnevnir stýrisliminar.

Hon sigur, at hon ætlar ikki at upplýsa um innanhýsis skjøl hjá fyrisitingini, sum heldur ikki alment innlit er latið í.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur valt fimm fólk í stýrið hjá Bústøðum. Hon svarar, at lógin sigur einki um, hvør skal koma við tilmæli um stýrislimir.

Umboð úr egnu fyrisiting

Millum annað varð spurt, um hon vildi, at nýggi stýrisformaðurin skuldi vera umboðið úr hennara egnu fyrisiting, Almannamálaráðnum. 

Landsstýriskvinnan varð eisini spurd um kæruna hjá nývaldum stýrislimi um stjóran og leiðsluna í Býstøðum.

Har er svarið, at Almannamálaráðið kannar eitt mál, um Bústaðir hava fyrisitið rætt. 

Eingin niðurstøða er gjørd í málinum enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844