Eldur í Sandoyartunlinum

Eldur í Sandoyartunlinum
Eldur er aftur í Sandoyartunlinum. Hesaferð er tað Streymoyarmegin
Tað eru bara knappar tríggjar vikur síðani, at eldur var í Sandoyartunlinum Sandoyarmegin
 
03.06.2021 - 11:41

Eldur er í Sandoyartunlinum. Tað váttar átaksleiðarin í Tórshavnar Sløkkiliði, Tummas Pauli av Reyni. Sløkkiðilið fekk fráboðan klokkan 11.30.

Eldur er í tunlinum Streymoyarmegin. Sambært løgregluni kom eldur í ein lastbil umleið ein kilometur inni í tunlinum.

Tórshavnar Sløkkilið hevur sent 5 bilar á staðið og 12 roykkavarar. Nógvur roykur sæst og økið er sperrað av, siga okkara fólk á staðnum. Fleiri sjúkrabilar eru á staðnum.

Sum skilst eru fólk inni í tunlinum.

Ein persónur er komin út og er koyrdur á sjúkrahúsið.

Síðan verður dagførd...

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961