Hondbóltskvinnurnar spæla um pláss í undankapping

Hondbóltskvinnurnar spæla um pláss í undankapping
Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum spælir í dag ímóti Finnlandi í fyrra dystinum í smákapping, har pláss í undankapping stendur upp á spæl
Venjarin, Dragan Brljevic, og spælararnir lata væl at fyrireikingunum til kappingina
 
04.06.2021 - 16:44

Føroyar spæla í dag ímóti Finnlandi, sum er fyrri dystur teirra í sokallaðari undan-undankapping.

Føroyar, Finnland og Ísrael kappast um pláss í bólki B í undankappingini til EM í 2022. Allir dystirnir í kappingini verða spældir í høllini á Hálsi, men áskoðarar sleppa ikki til dystin.

Liðið, sum hevur flest stig, spælir seg víðari. Eru lond jøvn í stigum, eru innanhýsis uppgerðir avgerandi.

Føroyar spældi ímóti Finnlandi í 2017 og 2018, og tá vunnu liðini hvør sín dyst.

Dysturin ímóti Finnlandi verður stroymdur á heimasíðuni hjá Kringvarpinum frá klokkan 18.20. Dysturin sunnudagin ímóti Ísrael verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860