Kappróður verður uttan áskoðarar

Kappróður verður uttan áskoðarar
FM-kappróður verður á Skálafjørðinum leygardagin, men tað verður uttan áskoðarar, boðar Róðrarsambandið frá
Nýggi Argjabáturin og hinar manningarnar sleppa at rógva um vikuskiftið
 
10.06.2021 - 14:29

FM-kappróður verður á Skálafjørðinum  leygardagin. Tað boðar Rórðrarsamband Føroya frá. 

Men tað verður uttan áskoðarar.

 - Vit klára ikki at smittuspora, sigur Annika Dalsgarð, forkvinna í RSF.

Fyrsti FM-róðurin, sum skuldi vera á norðoyastevnu 5. juni, varð útsettur orsaka av nýggjum koronuútbrotið og tilmælum, sum fylgdu við frá myndugleikunum, men seinnapartin komu nýggj tilmæli, sum loyva ítróttartiltøkum undir skipaðum viðurskiftum.

Tí hevur Róðrarsambandið gjørt av at hava kappróðurin leygardagin. 

Arbeitt verður við at finna eina loysn, so norðoyastevnuróðurin kann rógvast, men sambart Anniku Dalsgarð er eingin avgerð tikin enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290