Nýggi venjarin skal royna seg fyri fyrstu ferð

Nýggi venjarin skal royna seg fyri fyrstu ferð
Baltic Cup: Lene Terp stendur á odda fyri sínum fyrstu dystum, tá Føroyar spæla venjingarkapping í Litava næstu dagarnar. Í dag er mótstøðan Estland
Lene Terp og føroysku spælararnir venja í góða veðrinum í Litava
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
10.06.2021 - 09:12

Lene Terp varð sett sum nýggjur landsliðsvenjari í vetur, og nú skal hon standa á odda fyri landsliðnum í altjóða dysti fyri fyrstu ferð. 

Í dag spælir Føroyar fyrsta dystin í venjingarkappingini, Baltic Cup, ímóti Estlandi. Hini liðini í kappingini eru vertslandið, Litava, og Lettland. Spældar verða hálvfinalur og so finalur og dystur um triðja plássið.

Føroyski liðskiparin, Ásla Johannesen, gleðir seg til fyrsta dystin undir nýggja venjaranum.

 - Vit hava havt nakrar góðar venjingar, og vit hava nógv at tosa um, tí vit enn eru í eini integrerandi fasu saman við venjaratoyminum. Eg haldi, at tað gongur væl við tí, og vit kenna okkum væl fyrireikaðar til dystin, sigur Ásla Johannesen við heimasíðuna hjá fótbóltssambandinum, fsf.fo.

Kappingin er liður í fyrireikingini til HM-undankappingina, sum byrjar um miðjan september við heimadysti ímóti Spania.

 - Tað er umráðandi hjá okkum at brúka hesa dystarvenjingina til at fáa okkara spæl og avtalur at sita so væl sum gjørligt áðrenn undankappingina í heyst. Vit gleða okkum ótrúliga nógv til at spæla hesar dystirnar og fara sjálvandi eftir at vinna, sigur føroyski liðskiparin.

Hetta er ikki fyrstu ferð Føroyar taka lut í Baltic Cup og heldur ikki fyrstu ferð, at Føroyar spæla ímóti Estlandi.

Tríggjar ferðir hava londini spælt. Rannvá B. Andreasen tryggjaði Føroyum javnleikin í sínum síðsta landsdysti í fjør. Hon skeyt eisini annað málið í 2016, tá Milja Simonsen eisini skoraði í 2-2 javnleiki. Triðji dysturin varð spældur afturi í 2007. Tá skoraði Jacoba Langgaard í 2-1 sigri. Hitt málið var sjálvmál.

Dysturin móti Estlandi byrjar klokkan 14.00 og kann síggjast her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851