Eingin tilburður

Eingin tilburður
Eingin tilburður av korona var staðfestur í gjár.
 
12.06.2021 - 15:43

Í gjár var eingin smittutilburður staðfestur. Tað er fyrstu ferð síðan 30. mai, at eingin smittutilburður varð staðfestur í Føroyum.

35 fólk eru í løtuni smittaði, skrivar korona.fo. 

1077 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 292.157 kanningar.

755 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 719 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. 227 fólk eru í sóttarhaldi.
 

Fyrra og seinna prik

Samstundis gerst torførari at smitta onnur, vísir heimasíðan corona.fo á. Sambært yvirlitinum, hava 23,867 fólk tilsamans fingið fyrra prikið ella  44,8%. Seinna prikið hava 

14,375 fingið tilsamans ella 27% av fólkatalinum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053