Palestinar fegnast um at Netanyahu er fallin

Palestinar fegnast um at Netanyahu er fallin
Palestinski forsætisráðharrin væntar tó ikki, at tað fer at eydnast nýggju stjórnini í Ísrael at fáa frið í lag
Mohammad Shtayyeh er palestinskur forsætisráðharri
 
14.06.2021 - 15:12

Palestinski forsætisráðharrin, Mohammad Shtayyeh, sigur í dag, at ein ringur kapittul í ósemjuni millum Ísrael og Palestina endar, nú Benjamin Netanyahu fer frá sum forsætisráðharri, eftir at hava sitið við valdinum í 12 ár.

Í gjár góðkendi tjóðartingið, Knesset, stjórnina hjá Naftali Bennett.

Men Shtayyeh væntar kortini ikki, at stjórnin hjá Bennett fer at fáa frið í lag við palestinar.

- Vit halda ikki, at nýggja stjórnin er frægari enn undanfarna, og vit fordøma boðini frá ísraelska forsætisráðharranum, Naftali Bennett, sum stuðlar ísraelsku búsetingunum á hersetta vestara Áarbakka.

- Nýggja stjórnin hevur onga framtíð, um hon ikki tekur atlit at framtíðini hjá palestinska fólkinum og lógligu rættindum teirra, sigur palestinski forsætisráðharrin, Mohammad Shtayyeh.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744