KÍ fekk mótstøðulið úr Íslandi í meistarakappingini

KÍ fekk mótstøðulið úr Íslandi í meistarakappingini
Kvinnurnar hjá KÍ komu í bólk saman við Breiðabliki úr Íslandi umframt baltisku liðunum, Gintra og Flora Tallinn, í fyrsta innleiðandi umfari í Champions League
KÍ skal spæla ímóti Breiðabliki úr Kópavági í Champions League
 
02.07.2021 - 13:03

Breiðablik verður fyrsta mótstøðuliðið hjá kvinnunum úr KÍ í Champions League-kappingini.

Gintra úr Litava og Flora Tallinn úr Estlandi eru eisini í bólki 1 saman við føroyska meistaranum.

Spældar verða hálvfinalur og síðan finala. KÍ skal spæla ímóti íslandska liðnum úr Kópavági í aðrari hálvfinaluni, meðan baltisku grannarnir hittast í hinari. 

Hálvfinalurnar verða spældar 18. august, og finalan er á skránni 21. august. Dystirnir í hvørjari einstakari smákapping verða avgreiddir í sama stað, og liðini skulu avgera sína millum, hvør verður vertur.

Vinnararnir av bólkunum í fyrsta innleiðandi umfarinum spæla seg víðari í 2. umfar, har talan eisini verður um smákappingar. Eftir hetta fer Champions League-bólkaspælið í gongd.





 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860