Sólin skein á drotningina

15.07.2021 - 17:31
AktueltSamfelag
Sólin skein á drotningina
Tunga dýnan av mjørk og regni lætti eina løtu, tá almenna móttøka var á Trappuni í Vágsbotni Í Havn seinnapartin
Margretha drotning hevur vitjað í høvuðsstaðnum í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Margretha drotning hevur vitjað í høvuðsstaðnum í dag. 

Tá hon hevði vitjað í Tinganest, har hon fekk handa eina rættiliga serliga gávu frá løgmanni vegna Føroya fólk, landsstýri og løgting, var miðmál í Hotel Hafnia. 

Úr Hotel Hafnia gekk leiðin niðan í løgtingið. 

Eftir vitjanina í løgtinginum gekk leiðin oman gjøgnum Vaglið til Trappuna í Vágsbotni, har almenn móttøka var. 

Væl varð ansað eftir drotningini allastaðni, har hon fór. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, var vertur hjá drotningini seinnapartin. 

Rættailiga nógv fólk var komið saman at heilsa upp á drotningina, tá hon kom oman á Trappuna í Vágsbotni. 

Hóast sín høga aldur, hennara hátign Margretha drotning er vorðin 81 ár, so orkaði hon væl og tóktist í góðum lag, nú mjørki lætti eina løtu og sólin kagaði fram í Havn seinnapartin.

Eisini á Trappuni í Vágsbotni vórðu røður hildnar, men tað var turt og gott hjá drotningini at líða á. 

Eftir almennu móttøkuna á Trappuni í Vágsbotni, so varð eisini vitja í Skúlanum á Fløtum og í Sjóvinnuhúsinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mai
Sært tú meg 2:3
139885
Mánadag 16. mai
3-2
139731
Sunnudag 15. mai
Andakt við Andriasi Magnussen
139652
Sunnudag 15. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
139650
Leygardag 14. mai
Stóri FM-dagurin
139646