Átta ár síðan síðst: Anja var ikki til at steðga

Átta ár síðan síðst: Anja var ikki til at steðga
Anja Eydnudóttir fekk eitt ordans "comeback" á oyggjaleikum, tá hon knústi alla mótstøðu og vann gull í fyrstu royndini á Orknoyggjum
15.07.2025 - 09:16

Hon setti eingi krøv til sín sjálvs, segði Anja Eydnudóttir við Kringvarpið fyri oyggjaleikirnar. 

Men vónirnar til hennara frá øðrum vóru stórar, og tær livdi bogaskjúttin, sum vann fimm gull í Gotlandi í 2017, væl og virðiliga upp til í fyrstu royndini á Orknoyggjum í kappingini, sum kallast full FITA.

Eftir sjey ára steðg byrjaði hon aftur at skjóta í vetur, men um venjingarstøðan ikki var av tí besta, sást tað ikki aftur á snotiligu skjótibreytini í Kirkwall.

Anja Eydnudóttir fór undan hinum frá byrjan, og hóast hon ikki vildi vita, hvussu stigatalvan sá út, byrjaðu fólk at savnast aftanfyri hana í forvitni.

 - Eg havi tað gott. Móð. Tað er ringt at lýsa, segði Anja Eydnudóttir.

 - Knappliga sigur ein við meg, at "Anja, tú hevur longu vunnið. Tú nýtist ikki at skjóta meir, og so fór eg bara upp at ristast beinanveg.

Hon fekk kortini notið teir síðstu pílarnar, og var týðiliga rørd, tá liðfelagarnir hálsfevndu hana og ynsktu henni til lukku við gullinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860