Fleiri kvinnur og minnilutar í føroyska tónleikaumhvørvið

Fleiri kvinnur og minnilutar í føroyska tónleikaumhvørvið
Kvinnuligir tónleikarar vilja skipa fyri felagsskapi, sum skal arbeiða fyri betri umboðan av kvinnum og minnilutum í føroyska tónleikaumhvørvinum
Bjørk S. Lamhauge, tónleikari, er ein av fyriskiparunum av arbeiðsdøgunum.
 
15.07.2025 - 12:30

Kvinnur í føroysku tónleikavinnuni hava nú tikið seg saman fyri at stovna ein felagsskap, sum skal virka fyri betri javnstøðu millum kyn og minnilutar í føroyska tónleikaumhvørvinum.

Felagsskapurin skal millum annað leggja lunnar undir arbeiðið at fáa meira vitan um kvinnuliga og minniluta umboðan í føroyska tónleikaumhvørvinum, sigur Bjørk S. Lamhauge, sum er ein av fyriskiparunum.

 

Arbeiðið við stovnanini av felagsskapinum fer fram í Tórshavnar Musikkskúla, har kvinnur í føroysku tónleikavinnuni hava skipað fyri arbeiðsdøgum, sum eru í dag og í morgin.

 

Hoyr meira í innslagi í útvarpstíðindunum á middegi:

1753802

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572