Felagsskapir skulu velja kringvarpsstýrið

Felagsskapir skulu velja kringvarpsstýrið
Endamálið er at gera stýrið minni politiskt, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður
Kringvarpsstýrið skal verða minni politiskt, heldur landsstýrismaðurin í mentamálum, sum ætlar, at felagsskapir skulu velja stýrislimirnar
 
30.07.2021 - 13:05

Kringvarpsstýrið skal verða meiri fólksligt. 

Tað segði løgmaður í ólavsøkurøðuni í gjár. 

Sambært Jenisi av Rana, landsstýrismanni í mentamálum, merkir tað, at felagsskapir, sum eru breitt umboðaðir í fólkinum, skulu velja stýrislimirnar, heldur enn politisku flokkarnir.

Mentamálaráðið ger av, hvørjar felagsskapir talan verður um. 

Minni politiskt

Endamálið er at gera stýrið minni politiskt, sigur Jenis av Rana. 

Eftir galdandi skipan velja politisku flokkarnir hvør sítt umboð. Smærru flokkarnir velja varaumboð, og størru flokkarnir velja føstu umboðini í stýrinum. 

Jenis av Rana vil ikki siga enn, hvørjar felagsskapir Mentamálaráðið hevur í kvittanum - bara, at teir eru breitt umboðaðir í fólkinum. 

Broytingin er partur av ætlanini hjá landsstýrismanninum at endurskoða kringvarpslógina. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053