Korona útsetir vinnuferð til Ísraels

Korona útsetir vinnuferð til Ísraels
Smittutalið í Ísrael er í løtuni tað hægsta higartil í ár
Støðan við koronu ger, at føroyska vinnuferðin til Ísraels er útsett.
 
18.08.2021 - 08:56

Føroysk vinnuferðin til Ísraels, sum skuldi vera um tveir mánaðir, er útsett.

Orsøkin er koronustøðan í Ísrael, har Delta frábrigdið er farið at gera um seg.

Smittutalið í Ísrael er í løtuni tað hægsta higartil í ár. 

Tí hevur stjórnin í Ísrael sett nýggj tiltøk í verk.

Fólk, sum koma til landið, eisini úr Føroyum, skulu í sóttarhald í minst eina viku eftir komuna.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur enn ikki avgjørt, nær vinnuferðin til Ísraels verður í staðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401