G! er bara nakrir hippar úr Havn sum sita á sandinum og drekka øl

G! er bara nakrir hippar úr Havn sum sita á sandinum og drekka øl
Konsertin við finsku Bomfunk MCs í 2003 er ein markasteinur í G! søguni, tí hon staðfesti, at tað bar til hava ein altjóða festival í Føroyum, sigur Jón Tyril, G!-stovnari
Úr dokumentarinum "Millum himmal og helviti"
16.07.2025 - 14:00

Tað vóru ikki øll, ið trúðu uppá, at tað bar til at skipa fyri einum uttandura tónleikafestivali yvir fleiri dagar í Føroyum, tá ung fólk í Gøtu tóku stig til G!

Hetta greiðir Jón Tyril, G!-stovnari, frá í KVF-dokumentarinum "Millum himmal og helviti" frá 2017. 

"Vit tosaðu um at fáa 5000 fólk á Gøtusand, men onkur helt, at tað var púra vitleyst. Tað fór ongantíð at henda, tí G! var bara nakrir hippar úr Havn, ið sótu á sandinum og drukku øl, sum onkur málbar seg."


Bomfunk MC's á pallinum á Sandinum í Syðrugøtu í 2003. Konsertin er legendarisk í G!-høpi (Mynd: Úr dokumentarinum "Millum himmal og helviti" frá 2017)
 

Júst tí var konsertin í 2003 við finsku Bomfunk MC's í 2003 ein markasteinur í G! søguni, tí hon staðfesti, at tað bar til hava ein altjóða festival í Føroyum, ásannar Jón Tyril. 

"Tann løtan, tá Bomfunk MC's spældi á Sandinum, tá sóu vit úrslitið av tí, sum vit høvdu droymt um. Har var ein stórur útlendskur bólkur, ið spældi, og túsundvís av fólki, sum vóru komin at lurta."

 

SÍ EISINI: "Millum himmal og helviti", KVF-dokumentarur frá 2017

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk 9.apríl 2026
206538
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk: Fabienne Erni um Starveil
206535
Hósdag 9. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
206824
Hósdag 9. apríl
Nýtt ljóð
206817
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843
Hósdag 9. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206842
Hósdag 9. apríl
Veðrið
206826
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763