Flutningsfeløgini hugað at sigla farm um Suðuroyarfjørð

Flutningsfeløgini hugað at sigla farm um Suðuroyarfjørð
Nú skal ein politisk semja finnast, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Stórt trýst er á Smyrli í løtuni, men nú er ætlanin at fáa flutningsfeløgini eisini at sigla farm um Suðuroyarfjørð nakrar ferðir um vikuna.
 
25.08.2021 - 15:10

Strandferðslan og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hava viðgjørt møguleikarnar fyri farmaflutningi um Suðuroyarfjørð aftrat siglingini hjá Smyrli, og nú skal ein politisk semja finnast.

Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Bjarna Hammer, sum hevur spurt um málið.

Jørgen Niclasen sigur, at samrøður hava verið við privatu flutningsfeløgini um møguleikar fyri, at flutningsfeløgini kunnu átaka sær at sigla farm til Suðuroyar og úr Suðuroy nakrar ferðir um vikuna.

Neyðugt at játta pengar

Flutningsfeløgini hava tikið væl ímóti hugskotinum. Men feløgini leggja dent á, at skal kostnaðurin at flyta farm ikki hækka, er neyðugt at játta pening til endamálið.

Jørgen Niclasen sigur, at arbeitt verður við málinum politiskt.

Hann sigur seg hava vónir um, at tað fer at bera til at finna eina politiska semju, sum kann tryggja farmaflutning á Suðuroyarleiðini, eins og samgongan gjørdi fyri Sandoyarleiðina í fjør.

Tá var Hasfjord keyptur og settur í sigling um Skopunarfjørð aftrat Teistanum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037