Kunnu leiga bústaðir út skattafrítt fyri 100.000 kr.

Kunnu leiga bústaðir út skattafrítt fyri 100.000 kr.
Ætlanin var at lækka skattafrádráttin niður í 50.000 kr. næsta ár, men tað verður av ongum
Fíggjarmálaráðið hevur gjørt uppskot um, at tey, sum langtíðarleiga bústað, framvegis skulu fáa 100.000 kr. í skattafrádrátti. Endamálið er at útvega fleiri bústaðir at leiga út.
 
06.10.2021 - 08:34

Fíggjarmálaráðið ætlar at broyta skattalógina, so fólk framvegis kunnu langtíðarleiga bústaðir skattafrítt fyri 100.000 kr. 

Skattafrádrátturin hækkaði úr 50.000 kr. upp í 100.000 kr. í 2019. Men tá varð eisini ásett, at frádrátturin skuldi niður aftur í 50.000 kr. í 2022.

Tað skal hann so ikki kortini sambært lógaruppskotinum, sum nú gjørt.

Endamálið er at útvega fleiri bústaðir til langtíðarleigu.

Korona ávirkaði

Korona gjørdi, at sera fá ferðafólk komu til Føroya. Tí er torført at meta, um skattafrádrátturin hevur havt ætlaðu ávirkanina, sum er, at fleiri hús og bústaðir eru tøk at leiga fólki, sum býr í Føroyum.

Ábendingar eru tó um, at so er, sigur Fíggjarmálaráðið, sum tó enn bara hevur tølini frá 2019 at miða seg eftir.

Skatturin av húsaleigu verður býttur millum landið, sum fær 55 prosent, og avvarðandi kommunu, sum fær 45 prosent.

Roknað verður ikki við, at inntøkurnar frá húsaleiguskattinum vera stórvegis lægri, um frádrátturin fyri húsaleigu er 100.000 kr. heldur enn 50.000 kr., sigur Fíggjarmálaráðið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233