Næraberg seldur fyri tað dupulta av tí hann kostaði í 2014

Næraberg seldur fyri tað dupulta av tí hann kostaði í 2014
Næraberg var keyptur fyri 7 milliónir evrir í 2014 - tað vil siga góðar 50 milliónir krónur. Nú er hann seldur fyri 110,7 milliónir krónur
 
08.10.2021 - 10:20

Næraberg var seldur fyri meira enn tað dupulta av, hvat hann kostaði fyri sjey árum síðani.

110,7 milliónir var prísurin, sum pólska felagið Arctic Navigations vildi lata fyri skipið, sum er bygt í 1990.

Tá ið Næraberg varð keyptur til landið í 2014 kostaði hann góðar 50 milliónir krónur ella 7 milliónir evrir. 

Tað er felagið Arctic Navigations, staðsett í Warshawa í Pólandi, sum hevur keypt Næraberg.

Í nevndini eru fólk, sum hava tilknýti til íslendska reiðaríið Samherja, og sum eisini hava feløg saman við hollendska eigaranum hjá Nærabergi, Diedrik Parlevlet. 

Eitt nú hava nevndarlimurin Baldvin Torsteinsson, sum bæði er í Samhjera og Arctic Navigations og hollendingurin, Diederik Parlevlet felagið North Atlantic Fishing Assosiation Limited saman.

Eisini eiga hollendska felagið hjá Parlevlet og Samherji felagið UK Fisheries saman.

Parlevlet er nevndarformaður í P/F Næraberg.

 

Mynd: Hanus Hansen, stjóri í JFK

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650