Hava kært avgerð um kvotur av uppsjóvarfiski

Hava kært avgerð um kvotur av uppsjóvarfiski
Smápartafelagið Mót og smápartafelagið JKS Impex krevja, at Fiskimálaráðið viðger málið av nýggjum alt fyri eitt
Rúni Joensen er advokatur hjá JKS Impex. Kært er eisini um, at Fiskimálaráðið ikki partshoyrdi JKS, áðrenn avgerðin varð tikin.
 
14.10.2021 - 14:06

Smápartafelagið Mót og smápartafelagið JKS Impex hava kært avgerðina hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um ikki at geva teimum kvotur av uppsjóvarfiski í sambandi við ítøkiligt skipakeyp.

Biðið verður um, at Fiskimálaráðið alt fyri eitt viðger málið av nýggjum.

Smápartafeløgini Ango og Gráastein fingu kvoturnar. 

Kvoturnar ógildugar

Rúni Joensen, sum er advokatur hjá JKS Impex, sigur, at avgerðirnar um at geva Ango og Gráasteini tilsøgn um kvotur eru ógildugar, tí hvørki felagið lýkur treytirnar fyri at fáa tilsøgn.

Hann sigur, at upplýsingar, sum hann hevur fingið við at fáa innlit í ein lítlan part av málinum, gera, at grundarlag er fyri at stevna Fiskimálaráðnum við kravi um, at tilsøgnirnar hjá Ango og Gráasteini verða tiknar aftur, ella, í øðrum lagi, at Fiskimálaráðið skal lata JKS Impex endurgjald.

Kært er um, at Fiskimálaráðið ikki partshoyrdi JKS, áðrenn avgerðin varð tikin. Og kært er eisini um vantandi innlit.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590