Korona: Foreldur fáa dagpening fyri at ansa børnum í sóttarhaldi

Korona: Foreldur fáa dagpening fyri at ansa børnum í sóttarhaldi
Endamálið við lógini er at minka avleiðingarnar av koronu hjá privatu vinnuni og foreldrum, sum hava børn yngri enn 14 ár
Lógarbroytingin virkar frá 15.september í ár, og dagpengarnir eru í mesta lagi 972 kr. um dagin. 
 
10.11.2021 - 09:25

Fólk fáa nú dagpengar, tá tey noyðast at vera heima, tí børnini hava koronu ella eru í sóttarhaldi.

Løgtingið hevur samtykt lógaruppskotið um tað.

Fyrsta viðgerð var mánadagin, og longu í gjár vóru onnur viðgerð og triðja viðgerð.

Minka fíggjarligu avleiðingarnar

Endamálið er at minka avleiðingarnar av koronu hjá privatu vinnuni og foreldrum, sum hava børn yngri enn 14 ár í sóttarhaldi eftir tilmæli hjá heilsumyndugleikanum, ella børn, sum hava koronu, og tí noyðast at vera heima.

Tey fáa nú dagpengar.

Annað foreldrið fær dagpengarnar. Lógarbroytingin virkar frá 15.september í ár. Dagpengarnir eru í mesta lagi 972 kr. um dagin. 

Kostaði 2,2 mió. kr.

Fólk, sum eru heima í tvær vikur, fáa 9.700 kr. í dagpengum, hava tey rætt til 972 kr. um dagin.

Korona kostaði frá 1.januar til 1.september landskassanum 2,2 mió. kr. í dagpengum, upplýsir Almannamálaráðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040