Freistin at skipa stjórn í Svøríki í longd

Freistin at skipa stjórn í Svøríki í longd
Stóra avbjóðingin hjá Magdalenu Andersson er at fáa Vinstraflokkin at stuðla sær sum forsætisráðharra
Magdalena Andersson, forkvinna í svenska javnaðarflokkinum, á tíðindafundi í dag, tá hon hevði fingið longda freist at skipa nýggja stjórn.
Mynd: RitzauScanpix  
 
16.11.2021 - 14:44

Magdalena Andersson hevur fingið nýggja freist til at skipa stjórn í Svøríki.

Freistin er nú longd til mánadagin 22. november.

Stóra avbjóðingin hjá Magdalenu Andersson, sum skal taka við sum svenskur forsætisráðharri eftir Stefan Løfven, er at fáa Vinstraflokkin at stuðla sær sum forsætisráðharra.

Hon hevur longu stuðul frá Senterflokkinum, sum eisini hevur boðað frá, at hann ikki fer at seta seg ímóti, at Andersson ger nakra semju við Vinstraflokkin.

Ósemja um ávirkan

Samráðingarnar millum Sosialdemokratarnar og Vinstraflokkin hava verið truplar, tí ósemja er um, júst hvussu stóra ávirkan Vinstriflokkurin skal hava. Vinstriflokkurin hevur sagt við Aftonbladet, at tey vilja hava eins stóra ávirkan og Senterflokkurin. 

Flokkurin hevur boðað alment frá, at um hann skal gerast partur av stjórnargrundarlagnum hjá Magdalenu Andersson, skulu greiðar semjur gerast um hægri pensjónir, betri sjúkratrygd og ein tryggari arbeiðsmarknað.

Er í góðari støðu

Eygleiðarar siga, at Vinstraflokkurin er í eini góðari støðu, sum kann seta flokkin í miðdepilin í svenskum politikki. Tí hevur flokkurin heldur ikki skund. Trýstið er á Magdalenu Andersson.

Við svenskar miðlar sigur Magdalena Andersson seg hava góðar vónir um, at ein semja verður funnin í seinasta lagi mánadagin, men hon ger greitt, at hóast hon er til reiðar at slaka á summum økjum, so verður tað bert gjørt, um tað eydnast at fáa semju um eina stjórn.

Um tað eydnast Magdalenu Andersson at skipa eina stjórn, verður hon fyrsta kvinna, sum verður svenskur forsætisráðharri. Svøríki er einasta norðurland, sum ikki hevur havt eina kvinnu sum stjórnarleiðara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. desember
Vikuskiftið 12 des 2025
201447
Fríggjadag 12. desember
RagnarRokk: Louis Wittmann um Blood Is The Price
201420
Fríggjadag 12. desember
Beinleiðis úr Studio 5 - Sommerson Band
201419
Fríggjadag 12. desember
Morgunlestur fríggjadagur 12.desember 2025
201348
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356