H71 stevnir víðari út í Evropa

H71 stevnir víðari út í Evropa
Kvinnuhondbóltur: H71 er nú millum bestu 16 liðini í evropeisku kappingini Europa Cup. Hoyvíkskvinnur vunnu samanlagt sannførandi á Spono Eagles úr Sveis.
 
21.11.2021 - 19:14

Tað er rómur í Hoyvík í kvøld, og føroyskur hondbóltur fegnast sum heild við 50 ára gamla H71, sum hevur skrivað føroyska hondbóltssøgu.

Kvinnurnar hjá H71 eru av álvara farnar til stroks í evropeisku kappingini, EHF Europa Cup.

Í kvøld taptu hoyvíkskvinnur annars 31-29 fyri sveisiska Spono Eagles, men samanlagt vann H71 sannførandi við átta málum, 65-57.

Grundarlagið var lagt í gjár, tá Hoyvíkshøllin á fyrsta sinni var karmur um altjóða dyst. Við góðum flogi í álopsspælinum stevndi H71 skjótt ímóti einum trivaligum sigri. Endaliga úrslitið var 36-26.

Í kvøld megnaðu sveisisku gestirnir ikki at tetta gloppið nevnivert millum liðini.

Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt kvinnulið hevur vunnið seg víðari í fjórða umfar. H71 er nú millum tey 16 liðini, sum eru eftir í kappingini.

Í fyrsta umfarinum syfti H71 eisini sannførandi makedonska WHC Cair.

Tað verður serstakur dystur, um komandi lutakastið vil, at H71 og íslendska IBV Vestmannaeyjar hittast í fjórða umfari. 21 ára gamla Ingibjørg Olsen úr Vestmanna spælur við IBV. Hon er systir Rannvá Olsen, sum í kvøld var toppskjútti við sjey málum fyri H71, har pápi teirra, Ingi Olsen, er venjari.

IBV Vestmannaeyjar vann samanlagt 55-44 á AEP Panorama úr Grikkalandi.

Fyrri dysturin í fjórða umfari skal spæla 8. januar næsta ár. Seinni dysturin verður 15. januar.

 

H71 - Spono Eagles 29-31 (14-11)
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083