Ávaring um virus í Evropa, sum kann elva til lamning hjá børnum

Ávaring um virus í Evropa, sum kann elva til lamning hjá børnum
Virologar ávara um, at eitt virus, sum er í familju við polio, er farið at ganga í Evropa, og sum í ringasta føri kann elva til lamning hjá smáum børnum
Enterovirus D68
Mynd: cdc  
 
11.12.2021 - 10:15

Í ráum tølum eru lutfalsliga fá sjúk, men smittutølini vaksa, og ikki allir tilburðir vera greinaðir, skrivar Ugeskrift for læger.

Virusið eitur Entero-virus D68 (EV-D68).  Tað kann smitta fólk í øllum aldri og elvir í flestu førum til mildan hálsbruna, men tað kann eisini elva til álvarsliga lungnasjúku, - t.d. astma.

Annars frísk børn kunnu í sjáldsomum førum eisini fáa smittuna, - Í 2014 fekk eitt í Hollandi enterovirus. Barnið klárari smittuna, men gjørdist fjølbrekað, skrivar Ugeskrift for læger. Talan kann sostatt vera um álvarsligar avleiðingar av hesi virussjúkuni, sum í løtuni spjaðir seg í Evropa.

Í familju við poliovirus

Í átta londum í Evropa eru tilsamans 139 tilburðir staðfestir í tíðarskeiðunum frá januar til miðskeiðis í oktober í ár.  Flest smittað eru dreingir yngri enn fimm ár. Flestu tilburðirnir hava verið í Wales, Belgia, Fraklandi og Spania.

Frábrigdið er í familju við poliovirus, men tað smittar øðrvísi. Polio smittar umvegis munn og tarmar, men entero-virus smittar gjøgnum andingarleiðirnar.

Sjúkutekin eru hjá flestu sjúklingum vanligt krím, men nøkur fá - serliga børn og ung, gerast trong fyri andanum og fáa tekin um nervasjúku - eitt nú gerast tey veikari ella fáa lammilsi í armar og bein, tey hava ilt við at tosa og mugu hava hjálp at anda, orsakað av bruna í mønuni, skrivar Ugeskrift for læger.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306