Nikaragua viðurkennur ikki longur Teivan, sum sjálvstøðugt ríki

Nikaragua viðurkennur ikki longur Teivan, sum sjálvstøðugt ríki
Miðamerikanska landið Nikaragua hevur kvett øll sambond við Teivan, og viðurkennur bert Kina
Nikaragua og Kina skrivaðu í gjár undir avtalu um diplomatiskt samstarv
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
11.12.2021 - 10:40

- Nikararua viðukennur, at í heiminum er bert eitt Kina. Fólkalýðveldið Kina er einasta løgfrøðiliga stýrisveldi, sum umboðar alt Kina, og Teivan er partur av kinesika økinum, sigur uttanríkisráðharrin í Nikaragua, Denis Moncada Colindres, í tíðindaskrivi.

Kina sigur, at Teivan er partur av Kina, hóast oyggin hevur sína egnu stýrisskipan og stjórn, og virkar sum sjálvstøðug tjóð. 

Tíðindini merkja eisini, at Nikaragua ikki longur viðurkennur Teivan, sum sjálstøðugt ríki. 

Úti í heimi hava fáar stjórnir viðurkent Teivan sum sjálvstøðugt ríki,  - einans 14 onnur lond - eitt nú Guatemala, Honduras, Haiti, Paragvei, Eswatini og Vatikanstaturin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672