Vøllurin á Argjum skal flytast og hava nýtt graslíki

Vøllurin á Argjum skal flytast og hava nýtt graslíki
Vøllurin við Vika á Argjum lýkur ikki vallarreglugerðina hjá Fótbóltssambandinum um frástøðuna til girðingina
 
16.12.2021 - 09:37

Nýggjur graslíkisvøllur skal gerast í Vika á Argjum.

Tórshavnar býráð skal viðgera málið í kvøld.

Graslíkið á vøllinum á Argjum er frá 2010.

Vøllurin lýkur ikki vallarreglugerðina hjá Fótbóltssambandinum um frástøðuna til girðingina.

 

Flytast móti Sandá

Vøllurin skal tí flytast ein til hálvan annan metur móti Sandá.

Ljósini við vøllin skulu eisini skiftast.

Arbeiðið verður sannlíkt gjørt næsta summar.

Umsitingin hjá kommununi mælir til játta 7,9 mió. kr. til arbeiðið næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860