Glenn Larsen nýggjur leiðari í Faroese Music Export

Glenn Larsen nýggjur leiðari í Faroese Music Export
Nýggur leiðari á føroysku tónleikaútflutningastovuni, Faroe Music Export (FMX), er norðmaðurin Glenn Larsen. Hann tekur við sum leiðari eftir Fred Ruddick
Norski Glenn Larsen er nýggjur leiðari í Faroese Music Export
Mynd: Eyðun Muller Thomsen  
 
21.12.2021 - 16:25

Faroe Music Export (FMX) fingið nýggjan leiðara, og hann er norðmaður og eitur Glenn Larsen. 

Sambært stýrinum í FMX, so kennir Glenn Larsen Føroyar og tónleikalivið sera væl.

Glenn Larsen var fyrstu ferð í Føroyum í 2016 við norska Highasakite i 2016.

Hann var her sum internationalur gestur hjá Faroese Music Awards (FMA) í 2019 og hevur seinastu árini haft stórt tilknýti til Føroyar og føroyskt tónleikalív.

 

Egna umboðsstovu

Glenn Larsen hevur rikið egna umboðsstovu, Indianer Management A/S, í skjótt 13 árum, og hevur hann verið umboðsmaðurin hjá altjóða og virðisløntum tónleikarum/bólkum sum Highasakite, Pom Poko, Amanda Tenfjord, Siv Jakobsen og fleiri afturat.

Gjønum sítt virkið innan tónleikavinnuna, so hevur Glenn Larsen skipað fyri tónleikaútflutningi til Skandinavia, Europa, USA, Asia og Australia, umframt nakað í Suðuramerika.

Glenn situr eisini i Norsk Kulturråd fyri tónleik, og kennir væl til bæði politiskt og listarligt arbeiði.

Hann hevur arbeitt tætt saman við aktørum sum Music Norway, NOMEX, bókingfeløg/agentar, plátufeløg, útgávufeløg, festivalar, tónleikaadvokatar, stuðulsskipanir og PR-vinnu.

 

Glenn er glaður

"Eg eri sera fegin um at at hava fingið hetta álitisstarv sum leiðari í FMX í Føroyum. Eg havi seinasta árið ikki bara lært tónleikin og tónleikaumhvørvið at kenna, men eisini knýtt bond við fleiri góð fólk her á landi. Tónleikaumhvørvið í Føroyum er ótrúliga ríkt, og eg gleði meg at arbeiða saman við tónleikarunum og felagsskapum her og út um landamark," sigur Glenn Larsen, sum also verður nýggjur leiðari í FMX.

Í stýrinum fyri FMX eru Gissur Patursson, Unn Paturson, Mikael Blak og Gunn Hernes.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751