Nærum helmingurin av ráðharrunum er kvinnur

Nærum helmingurin av ráðharrunum er kvinnur
Fyri fyrstu ferð í hollendsku søguni er ein kvinna fíggjarmálaráðharri
Mark Rutte er forsætisráðharri í Hollandi. 14 av ráðharrunum í stjórnini eru kvinnur.
 
03.01.2022 - 09:26

Næstan helvtin av ráðharrunum og vararáðharrunum í nýggju hollendsku stjórnini er kvinnur, tær eru 14 av 29. Listin varð almannakunngjørdur í gjár, skrivar Ritzau.

Ein kvinna fær sessin sum fíggjarmálaráðharri, og tað er fyrstu ferð í hollendsku søguni.

Ritzau samanber við Danmark, har seks av 20 ráðharrum eru kvinnur.

Í Týsklandi, har nýggj stjórn varð skipað fyri jól, eru átta menn og átta kvinnur, umframt Olaf Scholz, sum er samveldiskanslari.

Nýggja stjórnin í Hollandi tekur eftir ætlan við 10. januar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717