Korona rakar Air Greenland

Korona rakar Air Greenland
Smitta og sóttarhald gera, at torført er hjá felagnum at manna flogførini
Danska ferðslustýrið hevur givið Air Greenland undantaksloyvi til ikki at hava flogternur við Dash8-flogførunum.
 
07.01.2022 - 08:45

Korona rakar nú grønlendska flogfelagið Air Greenland so meint, at í løtuni ber ikki til at keypa ferðaseðil á heimasíðu felagsins.

Bæði smitta og sóttarhald gera, at torført er hjá felagnum at manna flogførini. Og sera fá pláss eru eftir í innanlandsflúgvingini næstu tíggju dagarnar.

Tað er sambært tilmælunum hjá myndugleikunum, at flogfelagið ikki selur ferðaseðlar hetta til 16.januar.

Til ber kortini at keypa ferðaseðil við tyrlunum hjá Air Greenland.

Og tey, sum hava brúk fyri at flúgva til dømis í sambandi við ringa sjúku ella andlát, kunnu framvegis keypa ferðaseðil.

Danska ferðslustýrið hevur givið Air Greenland undantaksloyvi til ikki at hava flogternur við Dash8-flogførunum.

Men treytin er, at í mesta lagi 19 ferðafólk eru við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558