Týskland steðgar sølu av vápnum til Kasakstan

Týskland steðgar sølu av vápnum til Kasakstan
Tíggjutals fólk eru deyð í samanbrestum millum trygdardeildir hjá stjórnini og mótmælisfólk
Hermenn standa á varðhaldi við eina eftirlitsstøð uttanfyri høvuðsstaðin Nur-Sultan, aftaná at landið hevur verið merkt av samanbrestum og ófriði seinastu dagarnar. Mynd: Ritzau Scanpix
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.01.2022 - 10:51

Týskland hevur steðgað allari sølu av vápnum til Kasakstan eftir ófriðin seinastu tíðina.

Tað skrivar týska tíðindastovan, DPA.

Týsk vápn eru seld til Kasakstan fyri tilsamans góðar 2,2 milliónir evrur í fjør. Tað svarar 16,3 milliónir í okkara peningi.

Tað er lutfalsliga lítið av pengum, men hetta er kortini neyðugt í støðuni, sum Kasakstan er í, skrivar DPA.

Ófriður í landinum
Ófriður og samanbrestir hava verið í Almati, sum er størsti býur í landinum. 

Millum annað er eldur settur á stjórnarbygningin, og mannamúgvur hava brotið inn í fleiri handlar og tømt teir fyri vørur.

Trygdardeildir hava skotið við skørpum, og fleiri tíggjutals fólk eru dripin hjá báðum pørtum.

Mótmælisgongur hava verið í býnum í fleiri dagar, tí fólkið  í fyrrverandi russiska lýðveldinum eru ónøgt við prísin á eli og gassi, sum hækkar alsamt.

Herurin upp í leikin
Kassym-Jomart Tokajev, forseti, sendi mikudagin stjórnina til hús, og síðani varð herurin beindur eftir stóru mótmælisgongunum í Almaty.

Tokajev hevur biðið um hjálp frá hernaðarsamgonguna, CSTO, sum Russland stendur á odda fyri, og tað hevur hann fingið.

Í gjár gav Tokajev trygdardeildunum boð um at skjóta fyri at drepa.

- Tey, sum ikki geva seg yvir, verða týnd, segði Kassym-Jomart Tokajev í sjónvarpaðari talu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212