Tvey klipp í koyrikortið fyri at yvirhála í Eysturoyartunlinum

Tvey klipp í koyrikortið fyri at yvirhála í Eysturoyartunlinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.01.2022 - 10:14

Ein bilførari fekk tvey klipp í koyrikortið í gjárkvøldið. Tað gjørdi hann, tí at hann hevði yvirhálað tveir bilar í Eysturoyartunlinum, og tað er ikki lov. 

Løgreglan fekk fráboðanir frá øðrum, ið høvdu koyrt í tunlinum. Løgreglan setti seg síðan í samband við føraran, sum játtaði beinanvegin. 
 

Trý fólk vóru flutt á landssjúkrahúsið í gjárkvøldið eftir eitt ferðsluóhapp í Vágum. 

Tað var beint eftir klokkan 19, at løgreglan fekk eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp á landsvegnum við Hotel Vágar. 

Talan var um tveir bilar, ið rendu frontalt saman.  

Tað var sera hált í gjárkvøldið og var hetta orsøkin til óhappið. Annar førarin misti tamarhaldið á sínum bili, sum síðan endaði við at renna beint á ein mótkoyrandi bil.

Báðir bilarnir fóru heilt illa. Neyðugt var at stongja vegin eina løtu.  


Av løgreglustøðini siga tey annars, at fitt av fólki hevur verið í býnum í Havn í nátt. Orsakað av nógvu hálkuni vóru eisini fleiri gliðin og høvdu tørv á sjúkrabilum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815