Stjórin í donsku fregnartænastuni varðhaldsfongslaður

Stjórin í donsku fregnartænastuni varðhaldsfongslaður
Býarrætturin hevur strikað navnaforboðið, og nú er greitt, at Lars Findsen er ein av teimum fýra, sum vóru varðhaldsfongslað í desember
Lars Findsen, stjóri í fregnartænastuni hjá donsku løgregluni, er varðhaldsfongslaður, og sambært DR er hann skuldsettur fyri landasvik.
Mynd: RitzauScanpix  
 
10.01.2022 - 10:13

Stjórin í donsku fregnartænastuni, Lars Findsen, er varðhaldsfonglsaður fyri at hava likið upplýsingar.

Tað skriva danskir miðlar í morgun.

9. desember í fjør sendi fregnartænastan út tíðindaskriv, har sagt var, at fýra fyrrverandi og núverandi starvsfólk í fregnartænastuni vóru varðhaldsfonglað, eftir at loyniligar upplýsingar vóru liknar.

Tey vóru tó ikki nevnd við navni tá.

Men í morgun var navnaforboðið strikað av býarrættinum í Keypmannahavn, og tá gjørdist greitt, at stjórin fyri fregnartænastuna var ein av teimum varðhaldsfongslaðu.

Skuldsetur fyri landasvik

Neyvu skuldsetingarnar fær almenningurin tó ikki innlit í enn, tí málið verður viðgjørt fyri dupult-afturlatnum hurðum. 

Danskir miðlar skriva tó, at málið snýr seg um, at loyniligar upplýsingar vóru liknar út til danskar fjølmiðlar, og tað eru upplýsingar, sum kunnu skaða trygdina hjá Danmark.

Danmarks Radio skrivar, at greinin, sum Lars Findsen er skuldsettur eftir, kemur undir landasvik.

Greinin fevnir um avdúking av ríkisloynidómum, og revsingin kann verða upp í 12 ára fongsulsrevsing.

Danmarks Radio skrivar, at fregnartænastan hevur leingi kannað Lars Findsen, eitt nú við at lurta eftir telefonsamrøðum. Hann hevur verið frítikin síðani august í 2020, eftir at fregnartænastueftirlitið alment fanst at, at fregnartænastan av órøttum hevði njósnast móti donskum ríkisborgarum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Gudstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065