Noreg letur 100 mió. kr. í neyðhjálp til Afganistan

Noreg letur 100 mió. kr. í neyðhjálp til Afganistan
Hungursneyð rakar 23 milliónir fólk í landinum, sigur norski uttanríkisráðharrin
Anniken Huitfeldt er norskur uttanríkisráðharri.
Mynd: Aftenposten  
 
12.01.2022 - 09:24

Noreg fer at lata 100 mió. norskar krónur til neyðhjálpararbeiði í Afganistan. Tað svarar til umleið 75 mió. krónur í okkara peningi.

Tað kunngjørdi norska uttanríkisráðið í gjár.

ST segði í gjár, at tørvur er á 29 mia. krónum til neyðhjálpararbeiðið í Afganistan í ár,  eftir Taliban kom aftur til valdið.

Eftir valdsskiftið eru bæði dýrtíðin og arbeiðsloysið vaksin nógv í Afganistan, og ST metir, at tað er átokandi tørvur á peninginum til neyðhjálp til tess at forða fyri einari stórari humaniterari vanlukku.

23 mió. líða hungur

Og norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt, tekur undir við tí.

- Sjáldan hava vit sæð so stóra neyð, sum tað vit nú síggja í Afganistan.

- Nærum 23 mió. afganar líða hungur, og eg eri serliga stúrin um avleiðingarnar fyri børnini, sigur hon.

- Tað er tí av alstórum týdningi, at øll lond eru við í arbeiðnum at forða fyri einari størri humaniterari kreppu enn henni, vit síggja í løtuni, sigur hon sambært norska miðlinum VG.no.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373