PET: Kina og Russland hótta ríkisfelagsskapin

PET: Kina og Russland hótta ríkisfelagsskapin
Njósning er størri hóttan móti Danmark og ríkisfelagsskapinum, enn hon hevur verið, sigur fregnartænastan í almennari frágreiðing
Fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, hevur skrivað frágreiðing um hóttanir móti Danmark og ríkisfelagsskapinum.
 
13.01.2022 - 10:49

Fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, metir, at stórveldini Kina og Russland eru ein hóttan móti ríkisfelagsskapinum, tí hesi londini hava áhuga í at seta kílar í millum USA og vesturheimin og Føroyar og Grønland.

Hetta kann millum annað lesast í fyrstu almennu frágreiðingini um hóttanir, sum PET hevur kunngjørt.

Frágreiðingin staðfestir, at njósning í dag er ein størri hóttan móti Danmark og ríkisfelagsskapinum, enn hon hevur verið.

Og tað er serliga Kina, sum vísir áhuga.

Arktis og Norðuratlantshav

Um Føroyar og Grønland stendur millum annað soleiðis í frágreiðingini:

- Kina, Russland, USA og fleiri evropeisk lond hava vaksandi geostrategisk, trygdarpolitisk og búskaparlig áhugamál í Arktis og Norðuratlantshavi. Nøkur av hesum londum kappast um atgongd til m.a. tilfeingi, havleiðir, gransking og pláss av hernaðarligum týdningi.

- Føroyar og Grønland liggja á landafrøðiliga týdningarmiklum økjum fyri skip, kavbátar og flogfør.

- Tað er tí metingin hjá PET, at tað er ein hóttan bæði frá kinesiskum og russiskum fregnartænastuvirksemi, serliga ávirkan og njósning, sum eitt nú sæst sum telduálop móti donskum, føroyskum og grønlendskum myndugleikum, avgerðartakarum, fyritøkum og granskingarstovnum.

- PET metir, at Kina og Russland hava áhuga í at gera tað trupult hjá USA og øðrum vestanlondum at varðveita sína støðu í Føroyum og Grønlandi.

Vandar lúra

PET metir, at vandar kunnu verða tengdir at ávísum altjóða samstørvum og umfatandi íløguvirksemi og samhandli við Kina og Russland, tí slíkt virksemi eftir umstøðunum kann gera Føroyar og Grønland meira viðkvom mótvegis njósning og ávirkan.

Fregnartænastan skrivar eisini, at sjálvt um fleiri kinesiskar fyritøkur eru privatar, so er tað kinesiska tjóðin, sum lutvíst eigur ella stýrir fyritøkunum. Tí er trupult at skilja millum privatar fyritøkur og tær, sum landið eigur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532