Landsliðið við kvinnum nýggjan hjálparvenjara

Landsliðið við kvinnum nýggjan hjálparvenjara
Svenn Olsen er nýggjur hjálparvenjari hjá føroyska landsliðnum við kvinnum undir liðini á Lene Terp, venjara. Hann loysir av fyri Christian Høgna Jacobsen, sum er givin
Svenn Olsen skal hjálpa Lene Terp við kvinnulandsliðnum
Mynd: FSF  
 
27.01.2022 - 16:08

Svenn Olsen hevur loyst Christian Høgna Jacobsen av sum hjálparvenjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum við kvinnum, skrivar fsf.fo.

Svenn Olsen hevur UEFA A-venjaraprógv og drúgvar royndir sum høvuðs- og hjálparvenjari í føroyskum fótbólti. Hann hevur staðið á odda fyri liðum í bestu kvinnu- og mansdeildini, og seinastu árini hevur hann verið hjálparvenjari hjá besta mansliðnum hjá Víkingi. 

– Uppgávan at lyfta og menna føroyskan kvinnufótbólt og fótbólt yvirhøvur er stór, og eg eri glaður fyri at kunna vera við á tí ferðini. A-landsliðið hjá kvinnum er eisini í menning, og eg haldi sum heild, projektið vera spennandi og vert at satsa uppá. So eg gleði meg ordiliga nógv til at koma í gongd, sigur Svenn Olsen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

Nýggi hjálparvenjarin verður við til sína fyrstu A-landsliðsvenjing nú mánakvøldið, tá kvinnurnar seta hol á fyrireikingarnar til venjingarleguna í Marbella í februar. Á venjingarleguni skulu kvinnurnar spæla vinardystir móti Gibraltar og Norðurírlandi, áðrenn HM undankappingin verður tikin upp aftur í apríl. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572