Grønland og Bretland tingast um fríhandilsavtalu

Grønland og Bretland tingast um fríhandilsavtalu
Endamálið við avtaluni er at minka ella strika tollin á fiski og skeljadjórum, sum verða innflutt til Bretlands
Mute B. Egede, landsstýrisformaður, hitti bretska diplomatin, Katherine Dark, á bretsku sendistovuni í Keypmannahavn í gjár.
Mynd: Sermitsiaq  
 
28.01.2022 - 10:47

Grønland og Bretland eru farin undir veruligar tingingar um fríhandilsavtalu. 

Tað skrivar Sermitsiaq. 

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Mute Egede, var í gjár á fundi á bretsku sendistovuni í Keypmannahavn.

- Handilin millum Bretland og Grønland hevur við sær góðar inntøkur og fleiri arbeiðspláss í báðum londum. Vit fegnast tí um at kunna tryggja, at handilsviðurskiftini við Bretland kunnu halda fram, sigur Mute Egede við Sermitsiaq.

Minka ella strika toll

Endamálið við avtaluni er at minka ella strika bretska tollin á grønlendskum fiski og skeljadjórum, sum verða innflutt til Bretlands.

Óformligar samrøður hava verið millum londini síðani tað gjørdist greitt, at Bretland fór úr ES.

Nú er Bretland til reiðar koma við ítøkiligum uppskoti um krøv til eina avtalu.

Tingast á embætisstigi

Grønland sendi Bretlandi sítt uppskot til handilsavtalu í 2020.

Tingingarnar verða á embætisstigi, og fundur verður einaferð um mánaðin.

Sínámillum avtalan millum Bretland og Grønland verður fyrsta handilsavtala hjá Grønlandi, skrivar Sermitsiaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373