845 fólk vendu sær til rættarhjálpina í fjør

845 fólk vendu sær til rættarhjálpina í fjør
11 mál vóru tikin uppaftur í rættarskipanini, og tvey teirra vóru avgreidd
11 mál, sum rættarhjálpin viðgjørdi í fjør, eru tikin uppaftur í rættarskipanini.
 
04.02.2022 - 08:38

Tilsamans vendu 845 fólk sær til rættarhjálpina í fjør. 

Sum oftast verða fyrispurningar frá fólki svaraðir og harvið avgreiddir beinanvegin.

Sambært ársfrágreiðingini hjá rættarhjálpini fyri í fjør, høvdu mongu fyrispurningarnir við sær, at 11 nýggj mál vórðu tikin upp til viðgerðar í rættarskipanini. Av hesum 11 málum vórðu tvey mál avgreidd í fjør.

21 løgfrøðingar eru knýttir at rættarhjálpini, sum er ein ókeypis tænasta fyri fólk at brúka.

Danska løgmálaráðið og landsstýrið gjalda útreiðslurnar hjá rættarhjálpini, sum hevur virkað síðani 1996.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533