90 kilometrar av kaðali í Sandoyartunlinum

90 kilometrar av kaðali í Sandoyartunlinum
Sandoyartunnilin fer at hýsa øðrum enn bilum, tí í tunlinum eru eisini 90 kilometrar av kaðali, sum skulu leiða streym, upplýsir SEV
Montørar hjá SEV í Sandoyartunlinum
Mynd: SEV  
 
07.02.2022 - 09:15

90 kilometrar av kaðali vera í Sandoyartunlinum, upplýsir SEV.

- So hvørt sum NCC hevur gjørt vegin, hava vit lagt okkara leiðingar í. Vit leggja okkurt um 500 metrar hvørja ferð, sigur 
Mads á Heyggi, kaðal- og linjumeistari á rakstrardeildini hjá SEV.

Arbeitt verður harumframt við einum grevstri, sum er frá koplingarstøðini í Húsahaga og skal enda í einari koplingarstøð á Sandi.

 

10 transformarastøðir

Sambært verkætlanini verða 10 transformarastøðir í tunlinum umframt ein uttanfyri hvønn tunnilsmunna. 

Fyrstu fýra trafostøðirna verða klárar at seta upp 1.mai.

Eftir ætlan verður arbeiðið hjá SEV í Sandoyartunlinum liðugt um ársskiftið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933