Vindmyllulundin í Húsahaga elvir til høvuðbrýggj í SEV

Vindmyllulundin í Húsahaga elvir til høvuðbrýggj í SEV
SEV skal í næstum koma til eina niðurstøðu, hvat skal gerast við vindmyllulundina í Húsahaga
Vit noyðast at hyggja frameftir og royna at finna frægastu loysnina, sigur Haraldur S. Hammer, nevndarformaður í SEV.
Mynd: Savnsmynd (Bjarni Árting Rubeksen)  
 
01.12.2025 - 21:27

SEV kann ikki liva við at hava eina vindmyllulund, sum meira ella minni stendur still - og sum tí lítið og einki framleiðir av streymi, hóast myllurnar bara eru 11 ára gamlar.

Tað ásannar Harald Hammer, nevndarformaður.

Vindmyllulundin í Húsahaga er farin frá sólskinssøgu til høvuðbrýggj. 

Nakrar myllur hava feilir í generatorunum, og nakrar myllur hava aðrar feilir.

Viðlíkahaldsavtalan við Enercon fór úr gildi í oktober í fjør, og síðani tá hevur verið trupult at fáa veitaran at umvæla myllurnar. Tær standa tí stillar, og tískil hava tær, sambært SEV, "lítið og einki framleitt" av streymi.

Nú kannar SEV, hvat loysir seg best - antin at umvæla myllurnar; taka tær niður og seta aðrar upp í staðin, ella taka myllurnar niður og staðfesta, at hatta var tað.

Í frágreiðingini til fíggjarætlan fyri 2026 verður leystliga mett, at tað kostar 110 milliónir krónur at seta nýggjar myllur upp fyri tær gomlu.

Tá 100 milliónir krónur dýra vindmyllulundin varð tikin í nýtslu í oktober 2014 varð roknað við, at myllurnar skuldu framleiða streym í 20 ár.

Hoyr meira í innslagi í útvarpstíðindunum:

1779773

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847