SEV ætlar at seta nýggjar vindmyllur upp í Húsahaga

SEV ætlar at seta nýggjar vindmyllur upp í Húsahaga
Verandi myllur virka so illa, at tær framleiða lítið og einki av streymi. Av somu orsøk hevur dótturfelagið hjá SEV mist allan eginpeningin
Vindmyllurnar hjá SEV í Húsahaga virka so illa, at ætlanin er at taka tær niður og seta nýggjar upp í staðin.
 
28.11.2025 - 13:40

Vindmyllulundin hjá SEV í Húsahaga var eitt frambrot á grønu kósini, tá hon var tikin í nýtslu í oktober 2014. 

Íløgan í tær 13 vindmyllurnar, sum sambært SEV var 104 milliónir, skuldi geva føroyingum grønan streym í stórum nøgdum. Ítøkiliga roknaði SEV við, at vindmyllurnar skuldu framleiða 41 gigawatt-tímar. Tað skuldi spara SEV eini 8.000 tons av olju um árið.

Tað gekk eisini rímiligt tey fyrstu árini. Men síðani 2019 hevur gingið verri, og síðstu tvey árini hevur gingið av skriðuni. Myllurnar hava verið raktar av víttfevnandi brekum.

 

Nógv brek

Nakrar myllur hava feilir í generatorunum, og nakrar myllur hava onnur brek. Viðlíkahaldsavtalan við Enercon fór úr gildi í oktober í fjør, og síðani tá hevur verið trupult at fáa veitaran at umvæla myllurnar. Tær standa tí stillar, og tískil hava tær, sambært SEV, "lítið og einki framleitt" av streymi.

Í fíggjarætlanini fyri 2026 vónar SEV, at tær 13 myllurnar í Húsahaga bara kunnu framleiða tilsamans fimm gigawatt-tímar næsta ár.

Til samanberingar fara vindmyllulundirnar hjá Magn & Lív í Flatnahaga og hjá Vindrøkt og Effo við Gellingarklett væntandi at framleiða millum 130 og 170 gigawatt-tímar næsta ár.

Støðan í Húsahaga hevur við sær, at dótturfelagið hjá SEV hevur stórt hall, og nú hevur mist allan eginpeningin. 

Tí noyðist móðurfelagið SEV at taka um endan. 

 

Bogi Bech Jensen

 

Læna dótturfelagnum pening

Á eykaaðalfundinum fyri viku síðani var uppá tal, at SEV skuldi læna p/f Húsahaga 30 milliónir krónur næsta ár, soleiðis at felagið kundi royna at fóta sær aftur og fáa myllurnar umvældar. Avgerðin bleiv tó útsett - fyribils til aðalfundin hjá SEV í apríl næsta ár. 

Til ta tíð skal dótturfelagið - p/f Húsahagi - koma við einum tilmæli um, hvat er frægast at gera.

Sambært Boga Bech Jensen, nevndarformanni í p/f Húsahaga, eru trý alternativ:

1) Vindmyllurnar verða umvældar, so tær aftur kunnu framleiða streym.

2) Vindmyllurnar verða tiknar niður og aðrar settar upp í staðin.

3) ella vindmyllurnar verða tiknar niður, og SEV síðani staðfestir, at hatta var tað...

- Í løtuni kanna vit, hvat er mest realistiskt, hvat ber til, og hvat vit fáa loyvi til frá Elveitingareftirlitinum, sigur Bogi Bech Jensen.

 

 

110 milliónir

Verandi myllur eru sum nevnt bara 11 ára gamlar. Tær skuldu halda í minsta lagi 20 ár.

SEV roknar fyribils við, at tað fer at kosta 110 milliónir krónur at seta nýggjar vindmyllur upp í Húsahaga. 

Og tá dótturfelagið sjálvt ongar pengar hevur, so verður tað SEV sjálvt, sum skal útvega fíggingina - allarhelst við at læna pengarnar, ið síðani verða læntir víðari til dóttiurfelagið. 

Avgerðin, hvat skal henda við vindmyllulundini í Húsahaga, skal takast á aðalfundinum hjá SEV í apríl. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Vikuskiftið 23 januar 2026
203158
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979