Løgregluovastin í Ottawa lagt frá sær

Løgregluovastin í Ottawa lagt frá sær
Seinastu tíðina hevur verið ófriðarligt í býnum, tí lastbilførarar mótmæla krøv um koppseting og sóttarhald
Lastbilar hava at kalla avbyrgt miðbýin í Ottawa.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.02.2022 - 15:42

Løgregluovstin í kanadiska høvuðsstaðnum, Ottawa, hevur sagt seg úr starvi, eftir at hann hevur verið fyri hørðum atfinningum í sambandi við stóru mótmælini, sum hava lagt býin lamnan.

Peter Sloly, løgregluovasti, boðaði í gjár frá, at hann hevur gjørt alt, hann mentur, fyri at tryggja býin og borgarar, og fyri at fáa skil á aftur í býnum.

Hann hevur fingið hjálp frá løgreglufólkum í øðrum býum, og løgreglan hevur fingið víðari heimildir og betri útgerð til at loysa kreppuna.

Peter Sloly er tí sannførdur um, at løgreglan í Ottawa er í betri støðu nú, enn hon var,  at steðga áhaldnu lastbilførarunum, sum síðani januar hava stongt miðbýin við lastbilum sínum. Teir mótmæla krøvunum um koppseting og sóttarhald.

Seinastu dagarnar hevur verið funnist at Sloly, tí hann ikki hevur megnað at fáa mótmælisfólkini at gevast,  og at fáa valdið á aftur miðbýnum í Ottawa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373