Farmaskip rekur fyri vág og vind í Atlantshavinum

Farmaskip rekur fyri vág og vind í Atlantshavinum
Eldur kom í skipið, sum er leigað at flyta bilar úr Týsklandi til USA
Eldur er í farmaskipinum, Felicity Ace, sum rekur fyri vág og vind í Atlantshavinum.
Mynd: NDTV.com  
 
18.02.2022 - 08:49

Eitt farmaskip, fermt við bilum, rekur í Atlantshavinum, eftir at eldur kom í skipið mikudagin, og manningin var tikin av skipinum, skrivar Ritzau.

Skipið, sum er umleið 200 metrar langt, rekur fyri vág og vind, eftir at manningin við tyrlum varð flutt í land í Azorunum.

Skipið rekur einar 80 fjórðingar vestur úr Azorunum, skrivar AP.

Eitt japanskt felag eigur skipið, Felicity Ace, men felagið vil einki siga um lastina.

VW leigað skipið

Týska bilfelagið, Volkswagen, sigur seg hava leigað skipið at flyta bilar úr Týsklandi til USA.

Eitt skip hjá portugisisku verjuni er komið til farmaskipið og fylgir við tí.

Reiðaríið sigur seg leita eftir einum sleipibáti, sum kann toga skipið til lands.

Tað verður lættari sagt enn gjørt, tí eingin havn á Azorunum kann taka ímóti einum skipi, sum er um 200 metrar langt, sigur Sousa Luis, talsmaður fyri portugisisku verjuna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373