Blinken avlýst fund við Lavrov

Blinken avlýst fund við Lavrov
Tað gevur onga meining at hava fund í løtuni, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin
Tað gevur onga meining at hava fund við russiska uttanríkisráðharran, sum støðan er, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken.
 
23.02.2022 - 08:48

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, hevur  avlýst ein fund við russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov. Fundurin skuldi eftir ætlan vera í morgin.

Sambært Blinken er eingin meining í at hava fund í løtuni.

- Tá vit síggja, at Russland er farið at gera innrás í Ukraina, og hevur slept øllum diplomatiskum virksemi, so er neyvan rætt at hava slíkan fund, segði amerikanski uttanríkisráðharrin á tíðindafundi saman við ukrainska uttanríkisráðharranum, Dmytro Kuleba.

 

Seta tiltøk í verk

Amerikanski forsetin, Joe Biden, finst hvassliga at russisku framferðini í Ukraina. Eins og ES og Bretland, so boðar hann frá tiltøkum ímóti Russlandi.

- Hetta er byrjanin til eina russiska inrás í Ukraina, sum Putin hevur biðið tjóðartingið um, og sum hann hevur fingið loyvi til, sigur amerikanski forsetin.

- Tiltøkini, sum verða sett í verk, eru nógv ógvusligari, enn tiltøkini, sum vit settu í verk í 2014. Heldur russiska innrásin fram, so seta vit enn fleiri tiltøk í verk, gjørdi Joe Biden greitt.

Tiltøkini eru sett í verk ímóti tveimum russiskum peningastovnum og týðandi fólkum í Ruslandi, sum ikki hava atgongd til egnar pengar, segði Joe Biden.

Amerikanski forsetin legði dent á, at tiltøkini eru sett í verk í samráði við sameindu londini.

 

Álvarslig tiltøk

Amerikansku tiltøkini ímóti Russlandi eru álvarslig.

Tað sigur ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytru Kuleba, sum er á vitjan í Washington, og sum hevur hitt bæði Joe Biden, forseta, og Joe Blinken, uttanríkisráðharra.

Ukraina og Kuleba hava fyrr funnist at londunum í vesturheiminum og skuldsett tey fyri ikki at hava sett tiltøk í verk ímóti Russlandi fyrr.

Men eftir fundin við amerikanska forsetan og uttanríkisráðharran, tykist Kuleba at vera nøgdur.

- Amerikansku tiltøkini eru álvarslig, um tey vera tey fyrstu, sigur Kuleba í samrøðu við Fox News.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040