Champions League-finalan neyvan í Santa Pætursborg

Champions League-finalan neyvan í Santa Pætursborg
Evropeiska fótbóltssamgongan fer at umrøða russisku innrásina í Ukraina á starvsnevndarfundi í morgin. Champions League-finalan verður helst flutt úr Santa Pætursborg
Gazprom Arena skal neyvan hýsa Champions League-finaluni, skrivar AP.
 
24.02.2022 - 12:38

Champions League-finalan verður helst flutt úr Santa Pætursborg, skrivar Associated Press.

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, fer at umrøða russisku innrásina í Ukraina á starvsnevndarfundi fyrrapartin í morgin, og sambært AP verður Champions League-finalan, sum skuldi spælast í Santa Pætursborg 28. mai, flutt úr Russlandi til annan leikvøll.

Trýst hevur verið lagt á UEFA síðstu tíðina fyri at fáa finaluna flutta - millum annað frá bretsku stjórnini. Eisini hevur felagið fyri evropeisk fótbóltsviðhaldsfólk, Football Supporters Europe, heitt á UEFA um at taka finaluna frá russiska býnum.

 - Vit hugsa um okkara vinir, starvsfelagar, limir og familjur teirra í Ukraina. Við støðuni í huga, vænta vit av UEFA, at Champions League-finalan verður flutt, skrivaði felagsskapurin á twitter. 

Risastóra orkufelagið, Gazprom, har russiski staturin er høvuðspartaeigari, hevur verið ein av stóru stuðlunum hjá Champions League í nógv ár. Felagið er eisini sokallaður navnastuðul hjá leikvøllinum hjá Santa Pætursborg, sum nú eitur Gazprom Arena.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065