Kunnu fáa avloysaraskip fyri Tjaldrið fyri 110 mió. kr.

Kunnu fáa avloysaraskip fyri Tjaldrið fyri 110 mió. kr.
Í løtuni er eitt vaktar- og bjargingarskip tøkt í Bretlandi, men Vørn heldur, at sleipiorkan er ov lítil
Tjaldrið og Brimil við bryggju í Klaksvík. Leitað verður eftir skipi fyri Tjaldrið, sum er frá 1976.
 
04.03.2022 - 11:26

Tað ber til at fáa eitt avloysaraskip fyri Tjaldrið fyri góðar 110 milliónir.

Tað upplýsti Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum í tinginum í gjár.

Hann segði, at tað ber til at fáa eitt skip, sum nú er vaktar- og bjargingarskip í Bretlandi, fyri 110 milliónir krónur. 

- Tað lýkur at kalla øll krøv, vit seta til slík skip. Einasti vansin er, at Vørn vil hava, at eitt slíkt skip skal orka at sleipa 100 tons, men hetta skipið kann sleipa  94 - 96 tons, segði landsstýrismaðurin í tinginum í dag.

Sleipiorkan hjá Tjaldrinum er bara 24 tons, og tað er alt ov lítið til nógv av teimum stóru skipunum, sum nú eru.

Fleiri politikarar halda, at tað er beri loysn at keypa eitt brúkt skip, tí eitt nýtt skip kostar hundraðtals milliónir, og tað eru ikki nøkur útlit fyri tí við íløguætlanini, sum nú fyriliggur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053