HORRSE er ársins nýggja navn

HORRSE er ársins nýggja navn
FMA22: Ragnar Finsson, ið nú spælir tónleik undir listanavninum HORRSE, vann heiðurin sum "Ársins nýggja navn" á FMA í Norðurlandahúsinum
Ein glaður og skakkur Ragnar Finsson, ið fekk sína FMA-heiðursløn handaða í SMS av øllum støðum
Mynd: Eyðum Muller Thomsen  
 
12.03.2022 - 20:25

2021 var árið, ið skilmarkaði eina nýggja byrjan fyri Ragnar Finsson. Tí tað var árið, tá hann kom út á tónleikapallin sum Horrse. 

"Sjálvt um eg eri fólkatónleikari, vil eg ikki bara varðveita, men eisini skapa og byggja brýr,” segði 25 ára gamli Ragnar Finsson í sambandi við, at hann útgav EPina "Crossing". 

Og nú hevur hann vunnið heiðurin sum ársins nýggja navn á Faroese Music Awards, sum verður fyriskipað í Norðurlandahúsinum, og sent beinleiðis í sjónvarpinum. 

 

Í Belgia

Ragnar Finsson er sjálvur burturstaddur, tí hann er í Belgia á konsertferð við Raske Drenge og skrivar sangir. 

Men Rólant Waag Dam legði seg upp á lúr, tá Ragnar Finsson var og lurtaði eftir unnustuni, hinum FMA-vertinum, Marionnu Winter Nagata, tá hon framførdi við Sway í SMS. 

FMA22_YVIRRASKA_HORRSE

Marianna Winter Nagata, ið er vertur, er eisini unnusta hjá Ragnari Finsson, so hon tók FMA-virðislønina við heim. Segði nakar, at Føroyar eru eitt lítið land?

FMA 2022

Frítekst tagging: 

HORRSE var "Í luftini" í sjónvarpinum og framførdi. 

 

"Crossing" kann hoyrast á Spotify. 

 

"Crossing" hjá Horrse hevur eisini verið ummæld í "Kvørnini" hjá Kringvarpinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345