Fleiri hernaðarmál í Kyiv løgd í oyði

bannari
Fleiri hernaðarmál í Kyiv løgd í oyði
Ukrainski herurin hevur ikki viðmerkt tíðindini enn
Flogvøllurin í Moschun í morgun
Mynd: scanpix  
 
12.03.2022 - 10:16

Russiski herurin boðar í morgun frá, at hann hevur lagt fleiri hernaðarmál uttanfyri Kyiv í Ukraina í oyði. Tað skrivar tíðindastovan Tass.

Framkomin vápn, sum raka neyvt, hava m.a. lagt høvuðsstøðina hjá signal-fregnartænastuni í Brovary í oyði, sigur russiski herurin í frágreiðing í morgun. Eisini flogvøllurin í Vasilikov í útsynning úr Kiev er bumbaður.

Ukrainski herurin hevur ikki viðmerkt tíðindini enn, men í sjónbandaupptøku á Facebook váttar borgarstjórin í Vasilikov, Natalya Balasninovich, at átta bumbur hava rakt flogføllin, og at hann er fullkomiliga lagdur í oyði.

Myndir frá fylgisveinum vísa russiskar herdeildir beint uttanfyri forstaðin til Kyiv, Moschun, og fleiri bumbuálop hava verið móti Moschun í morgun. 

Í Mariupol er ein moska rakt av bumbum, upplýsa ukrainskir myndugleikar. Sambært Reuters snýr tað seg um moskuna, sum er uppkallað eftir Suleiman 1., sum stóð á odda fyri osmanska ríkinum í 1500-talinum. Í bygninum vóru umleið 80 sivil fólk og nakrir turkiskir ríkisborgarar, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329