FMA 2022 verður sent beinleiðis í sjónvarpinum klokkan 20

FMA 2022 verður sent beinleiðis í sjónvarpinum klokkan 20
Í kvøld er stóri dagurin hjá føroyskum tónleiki, tí tá verða føroysku tónlistavirðislønirnar handaðar á stóra Faroese Music Awards-tiltakinum, FMA, í Norðurlandahúsinum
 
12.03.2022 - 19:17

Føroysk tónlist verður fagnað og heiðrað í kvøld, tá FMA verður fyriskipað í Norðurlandahúsinum. 

17 FMA-virðislønir verða handaðar, og átta framførslur eru á skránni. 

Alt hetta kann síggja beinleiðis í sjónvarpinum klokkan átta. 

Men her á heimasíðuni hjá Kringvarpinum ber eisini til at fylgja við, og tað sama á Instagram og Facebook-vangunum hjá KVF. 

 

Koronarakt

Tvey ár upp í slag hava føroysku tónlistavirðislønirnar verið raktar av koronu, men í kvøld er salurin í Norðurlandahúsinum fullur av fólki í Norðurlandahúsinum, og við nøkrum av Føroya fremstu tónleikarum á palli.

Átta tónleikabólkar og einstaklingar spæla:
Eivør
Bjarki Hansen
EKA
Det Ferösche Compagnie
Knút
Fróði Bjarnason
TeenStreet
Lena Anderssen

 

Dómsnevndir hava seinastu vikurnar vigað og mett um útgávur og stakløg. Talan er um fleiri enn 20 fólk, sum nú eru komin við sínum uppskotum og endaliga úrslitið sæst niðanfyri. 

Áhoyraravirðislønin er einasta virðislønin, sum verður latin uttan um dómsnevndir. Har kunnu øll atkvøða á Sona-appini til og við 12. mars, tá FMA verður víst beinleiðis í sjónvarpinum.

 

TILNEVNINGAR POPP- OG ROKKFLOKKURIN

Ársins kvinnuligi sangari
Brimheim
Dania O. Tausen
Greta Svabo Bech
Lea Kampmann
Konni Kass

Ársins mannligi sangari
Beinir
Knút
Ragnar Finsson
Reiley
Teitur

Ársins sangur
Hey Amanda - Brimheim
Let it ring - Reiley
Tú angar so væl - Bjarki Hansen
Unicorn - Ester Skála
Villiniborg - Knút

Ársins útgáva
Cazador de Ostras - Teitur
Crossing - Horrse
Diplopia - Konni Kass
Gonguteigatúnatos - Dania O. Tausen
The reeson for hardcore vibes again - Joe & The Shitboys

Ársins bólkur ella einstaklingur
Brimheim
Horrse
Joe & The Shitboys
Reiley
Teitur

Ársins nyggja navn
Brimhvítt
EKA
Horrse
Jósef Zachariassen
Reiley
Sanna Bæk Hoydal

TILNEVNINGAR OPIN FLOKKUR

Ársins sangari ella einleikari
Ernst Remmel
Kristina Thede Johansen
Sanna Bæk Hoydal

Ársins útgáva ella konsert
Live at Salt - EKA
Porkerisvatn - Yggdrasil
Tónlist - Fonetika

Ársins kompositión
Mourner’s Adagio - Óli Jógvansson
Skýggj - Yggdrasil
Sóleyan - Elin Heinesen

Ársins bólkur ella kór
Det Ferösche Compagnie
EKA
Yggdrasil

Ársins videolag
Alt annað enn vanligt - Dania O. Tausen (leikstjóri Maria Tórgarð)
Frank - Konni Kass (leikstjóri Maria Tórgarð)
Glashús - Einangran (leikstjóri Heiðrik á Heygum)
Let it ring - Reiley (leikstjóri Reiley)
Pull the trigger - Joe & The Shitboys (leikstjóri Jákup Skovsård Thøgersen)


Tilsamans 17 virðislønir verða latnar á FMA. Umframt hesar verða seks latnar uttan tilnevningar. Hesar eru Áhoyraravirðislønin, Exportvirðislønin, Ársins framleiðari, tekstur, húsi og Ársins tónleikaheiður. Exportvirðislønin er nýggjur heiður á FMA, sum verður latin í samstarvi við FMX, tónleikaútflutningsstovuna.

Hetta er nýggjunda árið á rað at skipað verður fyri FMA, har vit fagna føroyskum tónleiki við livandi tónleiki og virðislønahandanum.

Kringvarp Føroya, Miðlahúsið, Føroya Tónleikafelag, Felagið Føroysk Tónaskøld, Norðurlandahúsið og fleiri skipa í felag fyri tiltakinum, har bestu avrikini í føroyskum tónleiki farna árið verða heiðrað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Mikudag 14. januar
Ring munnrøkt kann elva til sjúku
202655
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498