Ukrainskur forsetaráðgevi: Kríggið endar í mai

bannari
Ukrainskur forsetaráðgevi: Kríggið endar í mai
Amerikanski forsetin fer til Brússel í næstu viku at hitta leiðararnar í Nato-londunum
Russar halda fram at leypa á íbúðarhús í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, men samstundis væntar ein ráðgevi hjá ukrainska forsetanum, at kríggið endar í mai.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.03.2022 - 09:46

Kríggið í UkrAina heldur fram, og tíðliga í morgun var boðað frá fleiri hørðum spreingingum í høvuðstaðnum, Kyiv. 

Mest óvæntaðu boðini úr Ukraina í nátt, komu frá ráðgevanum hjá forsetanum, Oleksij Arestpvitsj, sum boðaði frá, at kríggið í Ukraina helst fer at enda í mai, tí tá hevur russiski herurin onga útgerð eftir.

Samstundis boðar ukrainska verjan frá, at russiski herurin nú tekur seg aftur, eftir at hava roynt at taka havnabýin, Mariupol, aftur. Royndin miseydnaðist, og russiski herurin tapti bardagan um býin.

 

Biden til Brússel

Úr USA ljóðar, at amerikanski forsetin, Joe Biden, fer á fund í Brússel í næstu viku, har hann saman við leiðarunum í NATO-londunum skal umrøða kríggið í Ukraina. Fundurin verður eftir ætlan mikudagin 23.mars.

Í gjár vóru samráðingar millum Russland og Ukraina um kríggið. Einki spurdist burturúr, men partarnir eru samdir um at halda fram í dag.

 

Ikki biðið um hjálp

Myndugleikarnir í KIna vísa aftur, at Russland hevur biðið Kina um hernaðarliga hjálp til kríggið í Ukraina, og landið kallar tað óndsinnað álop, tá amerikanskir myndugleikar boða frá, at USA ikki góðtekur, at onnur lond hjálpa Russlandi í krígnum í Ukraina.

Tað segði amerikanski trygdarráðgevin, Jake Sullivan í gjár, sambært BBC.

Kinesiska sendistovan í London, sigur, at USA fleiri ferðir seinastu tíðina hevur borið tíðindi um, at Kina hjálpir Russlandi í krígnum, men sambært Reuters, vísir sendistovan tíðindunum aftur, og vísir samstundis á, at Kina ger alt  sum er møguligt, fyri at fáa partarnar at royna at finna semju, heldur enn at stríðast.

Jake Sullivan sigur, at USA heldur eygað við, hvat Kina ger í krígnum.

Fleiri amerikanskir diplomatar hava sagt, at Russland hevur biðið KIna um hernaðarliga hjálp, men tað vísir Moskva aftur, skrivar Reuters.
 

Sí myndir frá AP-tíðindastovuni frá rakettálopi á eini íbúðarhús í 15 hæddum í Kyiv. Í minsta lagi eitt fólk doyði:

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948