Endurtøka av steypafinaluni í 1. umfari av Løgmanssteypinum

Endurtøka av steypafinaluni í 1. umfari av Løgmanssteypinum
B36 skal á vitjan hjá NSÍ við Løkin í Runavík í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Tað er greitt eftir lutakast, sum annars ikki paraði stóru liðini
B36 skal á vitjan hjá NSÍ í 1. umfari av steypakappingini
 
28.03.2022 - 20:40

Tað verður endurtøka av steypafinaluni í fjør, tá B36 vitjar NSÍ í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið.

Tað er greitt eftir lutakastið, sum var í 3-2 í kvøld.

Stóru Betri-deildarliðini, KÍ og HB fingu lutfalsliga gott lutakast. KÍ, sum annars er útsligið í 1. umfari tey bæði farnu kappingarárini, skal á vitjan hjá Skála, meðan HB hevur heimvøll ímóti annaðhvørt FC Suðuroy ella Royn, sum møtast í undanumfarinum.

Víkingur tekur ímóti Undrið FF, meðan B68 skal á vitjan hjá AB inni í Vika.

Ein onnur Betri-deildaruppgerð verður við Margáir, har EB/Streymur tekur ímóti 07 Vestur.

Í Fuglafirði fær ÍF vitjan av B71, meðan TB skal royna seg ímóti vinnaranum av dystinum í undanumfarinum ímillum FC Hoyvík og MB.

Innleiðandi umfar, 3. apríl:
FC Hoyvík-MB
FC Suðuroy-Royn

1. umfar, 14. apríl:
Víkingur-Undrið FF
ÍF-B71
AB-B68
HB-FC Suðuroy/Royn
TB-FC Hoyvík/MB
NSÍ-B36
Skála-KÍ
EB/Streymur-07 Vestur
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542