Semingsstovnurin komin upp í trætuna millum reiðarar og manningarfeløg

Semingsstovnurin komin upp í trætuna millum reiðarar og manningarfeløg
Sáttmálin fer úr gildi á midnátt í annaðkvøld, og semingsstovnurin hittir partarnar hvør sær í morgin og fríggjadagin
Semingsstovnurin er komin upp í sáttmálatrætuna milum Reiðarafelagið og manningarfeløgini.
 
30.03.2022 - 16:21

Semingsstovnurin er komin upp í sáttmálatrætuna millum Reiðarafelagið og tey trý manningarfeløgini.

Sáttmálin fer úr gildi á midnátt annaðkvøld.

Seinastu tiðina hava manningarfeløgini samráðst hvør sær við Reiðarafelagið, men einki er komið burturúr. 

Í dag høvdu manningarfeløgini og Reiðarafelagið aftur ein felags fund, og har boðaði Reiðarafelagið frá, at sum støðan var, fór felagið at senda boð eftir semingsstovninum.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at semingsstovnurin fer at hava fund við Reiðarafelagið í morgin, og fríggjadagin er ætlanin at hava fund við øll trý manningarfeløgini.

Fundur er avtalaður millum semingsstovnin og Skipara- og navigatørfelagið fyrrapartin fríggjadagin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329